Foreldramegi

Um felagið

Upplivir tú at títt barn ikki fær hóskandi undirvísing ella ikki lærir nóg nógv í skúlanum? Kennist tað tungt at fáa skúlan og/ella aðrar myndugleikar at skilja tær avbjóðingar sum gera seg galdandi fyri barnið?

Tú telist millum mong onnur í Føroyum sum uppliva tílíkt. Vit vóru nøkur foreldur ið hittust seint í 2022 og tosaðu saman um hetta, og úrslitið var at vit stovnaðu eitt felag fyri øll foreldur og avvarðandi ið ynskja at standa saman. Felagið fekk navndið Foreldrafelagið Sólarljós men hevur seinni broytt navn til Foreldramegi.

Brot úr viðtøkunum:

“Endamál felagsins er at virka fyri menning innan skúla-, almanna og heilsumál í Føroyum við serligum atliti til børn og ung. Harafturat er endamálið at virka fyri at styrkja støðu og tala fyri rættindum teirra ið eru fyri vanbýti orsakað av heilsuligum, persónligum, sosialum ella øðrum avbjóðingum ið darva teirra innlæring, skúlagongd, sosialu menning ella heilsustøðu.”

Nevnd:
Hesi sita í nevnd felagsins:  
Erla Marina Askham (skrivari)
Astrid Jacobsen (eykalimur)
Alma á Lava  
Rúna Midjord 
Maria Olsen (kassameistari)
John Hendrik Poulsen (eykalimur)
Búi Tyril (formaður) — tel. 229670

Tekna teg sum lim í felagnum…

Set teg í samband við okkum umvegis teldupost: info@foreldramegi.fo.