Foreldramegi

‘Problembørn’: Eiga foreldur at næmingum við avbjóðingum at fáa løn fyri at hjálpa myndugleikum at gera sítt arbeiði?

Hví hava vit so mong ‘problembørn’? Skúlanæmingar við serligum avbjóðingum eru eftir øllum at døma vaksandi í tali. Kanska ber til at fáa kvalificeraðar metingar av hvussu nógvir hesir næmingar eru í Føroyum, men lat okkum fyribils siga at teir sannlíkt telja tilsamans onkustaðni millum 375 og 750, sig eini 500 næmingar, um vit rokna við at teir umboða millum fimm og tíggju prosent av tilsamans umleið 7.500 næmingum í fólkaskúlanum og frískúlunum.

Hetta eru næmingar sum hava ilt við at fylgja við í tí vanligu undirvísingini, sum hava trupulleikar við samskifti, sum mistrívast í skúlanum ella sum halda seg aftur frá at møta upp uttan neyðturviliga at hava sjónlig tekin um brek ella sjúku. Summir av teimum eru ‘út-agerandi’ tvs. kunnu hava frustratiónir sum teir taka út á síni umgevilsir; ein orsøk til slíkan atburð kann liggja í at skúlin ikki dugir ella hevur orku til at motivera og engagera hesar næmingar. 

Eftir stendur at skúlin fungerar ikki fyri øll, sjálvt um lógin staðfestir at hann skal vera fyri øll. Her vísa okkara royndir, og tær upplýsingar vit fáa frá limum og øðrum, at fokus í ovurstóran mun verður sett á negativar síður hjá slíkum næmingum, so skjótt tað vísir seg at viðkomandi hevur avbjóðingar. 

Her ber illa til at yvirdríva týdningin av at fokusera positivt ístaðin. Við at hyggja meira at hvørjar sterkar síður næmingurin hevur, og arbeiða námsfrøðiliga miðvíst og langsiktað við tí persónligu og bókligu menningini av næminginum, fæst ein tilgongd sum leiðir rættan veg. Hetta er ikki rúmdarvísindi og er, sum yrkisfólk eisini vita, ein integreraður partur av mongum leiðandi frymlum og metodum innan námsfrøði og undirvísing. Kortini vísir tað seg, tíverri, at hendan vitan hevur ringt við at vinna frama innan skúlaverkið. Her kann av røttum spyrjast, eins og tað verður gjørt í londum rundan um okkum, um læraraútbúgvingin er rætt kalibrerað ídag. Eisini kann hóskandi spyrjast um uppgávan hjá lærarum skal vera at undirvísa ella leiða ella okkurt triðja. 

Óforsvarligt spill

Sum heimskendi undirvísingarstovnurin Feuerstein Institute sigur í ráðum til lærarar: “Um tú ikki ert tilreiðar at hyggja at teimum styrkjum ið tínir næmingar hava, so nert enn minni við teirra veikleikar.”

“Intelligensur er ikki nakað sum liggur fast; tí ein og hvør, uttan mun til aldur, bakgrund ella brek, kann betra sínar kognitivu førleikar,” leggur Feuerstein Institute afturat. “Lykilin til at fáa hetta í lag liggur í menniskjaligari mekling.” 

Og víðari sigur stovnurin: “Ikki sjáldan hava trupulleikar við akademiskum lærugreinum—so sum støddfrøði, søga og vísindi—einki sum so at gera við sjálva lærugreinina. Hinvegin fer kunningin ofta skeiv frá byrjan, á ‘input’ stigi, ið merkir at ein feilur í einari uppgávu í støddfrøði hevur ikki neyðturviliga nakað at gera við støddfrøði, men heldur við at geva gætur til tvær kunningarkeldur samstundis. Vantandi førleiki at skriva ein stíl nýtist somuleiðis einki hava at gera við ring evni at skriva, men heldur miseydnaða planlegging hjá tí ið skrivar. Hesi fyribrigdi føra til at summir næmingar dragna afturúr og teirra støða bara versnar orsakað av at hugt verður framvegis ikki at rótini til hendan trupulleika—vaksandi ójavna í skúlahøpi—í vanligum lestrarætlanum.”

Summi av ‘problembørnunum’ hava umvegis heilsuverkið fingið staðfest eitt nú ADHD, autismu ella annað sum gevur teimum rætt til serliga hjálp innan heilsuverkið, almannaverkið og ella skúlan. Hetta kann ljóða mikið gott, men so einfalt er tað ikki. Tíverri verða summir av hesum næmingum í praksis tigandi avskrivaðir sum ‘mentalt í ólagi’ og harvið helst dømdir til at liva sum ómyndigir og óhjálpnir uttan framtíðarvánir ella møguleika til veruliga útbúgving, arbeiði og virðiligan leiklut sum samfelagsborgarar. 

Og alt hetta hóast tað at øll sambært altjóða meginreglur hava rætt til grundleggjandi útbúgving.

Ei undur í at avvarðandi familjur kunnu kenna seg sviknar og niðurkoyrdar av hesari skipan. Vit eiga í minsta lagi at umhugsa og gera okkum greitt at hetta í nógvum førum er bæði eirindaleyst og óneyðugt og hartil púra óforsvarligt spill av annars virðismiklum menniskjaligum tilfeingi.

So hvar hava vit tann almenna stovnin sum skal eitast fyri at hava ábyrgd av at veita skúlanum sernámsfrøðiliga hjálp, og sum ikki bert liggur sum eitt monopol á økinum men hartil í heilum leggur eitt køvandi lok á tilgongdir, og tí virkar sum forðing fyri at veruligt arbeiði kann gerast fyri at fáa nevndu næmingar at klára seg—hvar er tann stovnurin?

Tveita frá sær

Sum vit hava verið inniá fyrr—og sum er ein meginorsøk til at Foreldrafelagið Foreldramegi varð stovnað—so verða foreldrini mangan útsett fyri búskaparligan og psykologiskan ágang av verandi skipan. 

Samskipan og uppfylging millum foreldur, yrkisfólk og skúla og um neyðugt aðrar partar, er avgerandi fyri at skúlagongdin hjá hesum næmingum skal eydnast. Men slíkir fundir koma ofta seint í lag. Her má sannast at foreldrini—ein púra grundleggjandi partur í hesum—hava als ikki somu fyritreytir til at kunna luttaka á fundum; tey mugu sjálv persónliga bera kostnaðin og váðan av hesum og missa inntøku og kunnu seta sítt starv í vanda. Og alt bara fyri at verða yvirrend av skrivstovuveldinum, ið ongar trupulleikar hevur við at brynja seg við bæði skrivarum og løgfrøðingum umframt leiðandi starvsfólkum sum ikki smæðast við at turka alla ábyrgd yvir á onnur. Og hesi ið hava fast starv innan skipanina kunnu fundast sum teimum lystir, fyri fulla løn. 

At maktjavnvágin millum partarnar er skeiklað og dømd til misbrúk her, kann ein og hvør rokna út. Skipanin vendir ímóti foreldrunum og stendur helst harvið í stríð við lógina um fólkaskúlan, sum ásetir at skúlin skal virka í samráð við foreldrini. Og hvussu sampakkar hetta við ST samtyktina um rættindi barna, sum eisini almennu Føroyar siga seg ganga eftir?

Hvussu fyrigongur annars ein vanligur fundur við skúlamyndugleikar um skúlagongdina hjá einum næmingi við avbjóðingum? Ein av okkara limum greiddi soleiðis frá: “Man verður leiddur til at trúgva at talan er um okkurt slag av samráðing har vit at enda koma ásamt um tillagingar, kanska frá báðum síðum. Men so vísir tað seg, og hetta hendir ferð eftir ferð, at tað snýr seg meira um at halda fast við at einki skal broytast sum krevur nakað av skúlaverkinum. Tað endar altíð við at vit sum foreldur sita sum Svartiper og verða lastað fyri at skipanin ikki virkar sum hon skal.” 

Fleiri limir siga at skúlar í vaksandi mun bart út nokta fyri at innskriva næmingar ið so ella so verða mettir at hava serligan tørv. Foreldur fáa eitt nú at vita at teirra einasta veruliga val er serskúlin, sjálvt um tey ikki ynskja at innskriva næmingin har. Tað er sum um at skúlarnir og tann sokallaði sernámsfrøðiligi ráðgevandi stovnurin kappast um at leggja ábyrgdina frá sær—skúlin kann skjóta seg undir okkurt gamalt og kanska misvísandi tilmæli frá tí ráðgevandi stovninum, og síðstnevndi kann umbera seg við at hann ikki hevur myndugleika at krevja nakað av nøkrum yvirhøvur. 

Eftir standa næmingar og foreldur við einum skúlaverki ið tykist kollapsa meira og meira sum tíðin gongur. 

Samstundis eru skúlar kvikir at melda foreldrini til Barnaverndina; tað verður gjørt undir páskoti av sonevndari fráboðanarskyldu, ið eisini kann verða brúkt sum jarnbrot av teimum ið vilja kasta sína undirvísingarplikt frá sær í sambandi við hesar næmingar—næmingar sum verandi skipan ikki vil ella ikki megnar at kennast við. Skúlarnir tveita trupulleikan yvir á Barnaverndina og harvið fyrst og fremst á foreldrini, ið sosialt og búskaparliga ofta mugu líða skaða yvir longri tíð. 

Er tað soleiðis vit hugsa okkum at leggja lunnar undir framtíðar samfelagið?

Búi Tyril
Formaður 
Foreldramegi