Foreldramegi

Djóni Nolsøe Joensen um barnalóggávu: Neyðugt at ‘hugsa alla familjuna’ 

Tann komandi barnalóggávan skal umfata “tey við breki og øll børn í Føroyum” og eisini “hugsa alla familjuna”—og tey ið varða av stovnum sum Sernám skulu rokna við at “har fara at verða broytingar,” sambært Djóna Nolsøe Joensen, barna- og útbúgvingarmálaráðharra.

Undir einum panelfundi á ráðstevnuni ‘Rætturin hjá øllum til eitt mál’ fekk Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, fleiri spurningar frá áhoyrarum, m.a. tveimum nevndarlimum í felagnum Foreldramegi. Familjan sum grundleggjandi partur og ikki minst leikluturin hjá serundirvísingarstovninum Sernám komu í fokus tá fundarfólkið fekk høvi at seta panelinum spurningar við endan á IAKM ráðstevnuni um Karlstadmodellið, sum fór fram 4. og 5. apríl í Læraraskúlahøllini.

Búi Tyril, formaður í Foreldramegi, setti panelinum spurning.

Búi Tyril, formaður í Foreldramegi, spurdi Djóna Nolsøe Joensen um ikki familjan eigur at fylla meira í orðaskiftinum um børnini og teirra rættindi, og fekk eitt játtandi svar. “Tað havi eg altíð undrað meg yvir í lóggávu og í øllum øðrum, at man ikki arbeiðir meira saman og meira holistiskt ella systemiskt,” svaraði landsstýrismaðurin. “Tí at jú skjótari man ger innsatsir við allari familjuni, skjótari er hjálpin eisini til barnið og at alt kemur at fungera aftur. Tí er tað líkasum grundtankin aftanfyri, hjá mær ið hvussu er, tá vit skulu til at lóggeva at vit hava allan pakkan innyvir… og hetta her at vit hugsa alla familjuna. Tá er hjálpin nógv skjótari og meira realistisk.”

“Jú, heilt víst, tí at so eru vit aftur inni á… hetta her við rættindunum,” svaraði barna- og útbúgvingarmálaráðharrin tá hann uppfylgjandi varð spurdur um fíggjarligan og annan ójavna fyri foreldur í sambandi við eitt nú fundir við skúlar og ymiskar almennar myndugleikar—um tað er nakað ið hyggjast skal eftir. “Also, tú hevur rætt í lógini til hasa tænastuna til barnið hjá tær onkursvegna. Tað er tað kanska ikki allastaðni, tí tað er stykkjað upp, upp á forskelligar, ymiskar mátar í lóggávuni sum hon er ídag. Tí trúgvi eg uppá at vissi vit fáa eina yvirskipaða barnalóg sum umfatar eisini tey við breki og øll børn í Føroyum, so hevur tú eitt nógv… Sum foreldur so burdi tað gjørt tað ruddiligari, alt annað líka, í framtíðini hjá teimum sum koma í systemið og sum føla tað sum øgiliga møtimikið at møta systeminum. Tað mugu vit arbeiða… alla tíðina hava í mentu til at gera tað smidligari. So tað er aðalmálið í øllum í hesi lóggávuni.”

Maria Olsen, nevndarlimur í Foreldramegi og útbúgvin Karlstad vegleiðari, hevði fyrispurning til panelið.

Maria Olsen, nevndarlimur í Foreldramegi, spurdi síðan landsstýrismannin um Sernám, sum ikki tykist vilja veita málsliga venjing í sambandi við eitt nú verbala dyspraksi. Átti ikki arbeiðið hjá teimum at verið meira professionelt, soleiðis at tey eisini viðurkenna diagnosur sum yrkisfólk og myndugleikar í grannalondum hava etablerað?

Aftur her gav Djóni Nolsøe Joensen spyrjaranum rætt, um enn eitt sindur óbeinleiðis. “Tað undrar meg,” segði hann. “Spurningurin haldi eg vísir eisini avmarkingarnar sum eru. Her er eitt stovnsmiljø sum er nokkso avmarkað. Tað fakliga havi eg ikki ordiliga skil fyri hvør ið… hvat mál verður líkasum definerað sum hvat ella soleiðis, so tað kann eg ikki ordiliga úttala meg um. Men eg haldi at tá tað kemur til mál, so er tað aftur hetta her við—tað er so avmarkandi kanska—men at øll skulu, also óansæð hvussu málið, hvussu trupult tað er ella hvussu tað verður definerað, so eigur tað og skal tað eisini koma inn undir ta tænastu sum Sernám, í hesum førinum, haldi eg… Men tað vísir bara at frameftir skulu vit hava… Viftan skal vera nógv breiðari og skal dekka øll, og ikki bara nøkur har og har, men at øll koma undir ta somu tænastuna… Tað er málið ið hvussu er hjá mær.”

Panelið frá vinstru: Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, Helena F. Jørmundsson, starvsnevndarlimur og kassameistari hjá Javna, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.

Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, sum sat í panelinum saman við Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, Helenu F. Jørmundsson, starvsnevndarlimi og kassameistara hjá Javna, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, viðmerkti: “Sernám sum stovnur hevur verið nokkso leingi í føroyska samfelagnum, sum er broytt ræðuliga nógv tey seinastu árini. Tænastur, eisini út um landið, eru broyttar. So eg haldi at tíðin er komin til at man eftirmetir Sernám, og tað eigur kanska upp í barnaverkætlanina at man ger tað. Tað er for ofta foreldur sum nevna nakað í tráð við at vit blíva ikki hoyrd, tað gongur for seint, tey vilja ikki tað sum vit vilja. Tað vil siga, tað er ikki… Eg rokni við tað er mandatið hjá Sernám sum er skeivt, er blivið skeivt við tíðini. So tað er har… Man fer ikki eftir starvsfólkunum endiliga, men tað er Sernám sum skal… Eg veit ikki hvat tað skal. Djóni…” Tá rungaðu lógvabrestir í salinum. 

“Eg haldi eg nevndi tað í áðni,” legði Djóni Nolsøe Joensen afturat. “Tað er púra rætt sum Tóra sigur, at tað er hent nógv ting síðstu árini, tí at skúlarnir hava ment sínar egnu førleikastovur og so framvegis. Tað vil siga týdningurin av at Sernám bleiv sett á stovn fyrstu ferð, tað er broytt—also arbeiðstreytirnar og hvørt av sínum—og tað hoyrir við í øllum arbeiðinum eisini at hyggja eftir landskapinum frameftir, hvussu vit skipa stovnarnar eisini. Har fara at verða broytingar, tað fer tað. Tað skulu fólk vera fyrireikað uppá… altíð við barninum í fokus. Men líka eitt afturat… Tá eg arbeiddi fyri 20 árum síðan sum námsfrøðingur, tá kundi eg útrætta øgiliga nógv sjálvur. Ídag er tað slett ikki upp á sama máta. Tí verða vit noydd at arbeiða nógv meira saman, allir fakbólkar, og tað skal vera mín áheitan her ídag, og eisini alment, tað sigi eg alla staðni har sum eg komi: Eg útrætti ikki nakað einsamallur. Saman við øðrum—eg haldi Sirið nevndi tað eisini—fakbólkum, skulu vit vera nógv betri til at niðurbróta allar hesar her múrarnar sum hava verið. Tí at vissi vit arbeiða nógv meira saman—vinnarin av tí tað er barnið og foreldrini í síðsta enda.”