Foreldramegi

Djóni Nolsøe Joensen um barnalóggávu: Neyðugt at ‘hugsa alla familjuna’ 

Tann komandi barnalóggávan skal umfata “tey við breki og øll børn í Føroyum” og eisini “hugsa alla familjuna”—og tey ið varða av stovnum sum Sernám skulu rokna við at “har fara at verða broytingar,” sambært Djóna Nolsøe Joensen, barna- og útbúgvingarmálaráðharra. Undir einum panelfundi á ráðstevnuni ‘Rætturin hjá øllum til eitt mál’ fekk Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, […]

Kunning um Foreldramegi og hvat felagið vil virka fyri er latin Landsstýrinum

Fylgjandi kunning er latin Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum. Ein bólkur av foreldrum hevur tikið stig til at stovna Foreldrafelagið Sólarljós (við seinni navnabroyting til Foreldramegi) við endamáli “at virka fyri betri skúlatilboðum sum heild í Føroyum” og at “ábyrgdarfult virka fyri at styrkja støðu og tala fyri rættindum teirra ið eru […]

Vælkomin til Foreldramegi

Við felagnum Foreldramegi kunnu vit hjálpa og stuðla hvørjum øðrum at lætta um fyri børnini og okkum sjálv — í skúlahøpi og frítíðini, eisini eitt nú í mun til myndugleikar, heilsu- og almannaverk, felagsskapir og annað. ĺ Foreldramegi fara vit at arbeiða miðvíst við at vísa á ítøkiligar avbjóðingar men eisini at vísa til møguligar […]