Foreldramegi

Við samanhaldi og upplýsing
standa vit sterkari

Vit eru nøkur foreldur sum hava stovnað Foreldramegi, eitt limafelag við endamáli “at virka fyri menning innan skúla-, almanna og heilsumál í Føroyum við serligum atliti til børn og ung. Harafturat er endamálið at virka fyri at styrkja støðu og tala fyri rættindum teirra ið eru fyri vanbýti orsakað av heilsuligum, persónligum, sosialum ella øðrum avbjóðingum ið darva teirra innlæring, skúlagongd, sosialu menning ella heilsustøðu.”